Vága kommuna: Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í gjárkvøldið, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.
Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verður óbroytt, ávikavist 22% og kr. 5.500,-.
Inntøkurnar hjá Vága kommunu fyri 2022 eru mettar til kr. 108.371.000,- mió. Raksturin er mettur til kr. 97.127.000,- mió. og løgujáttanin er á kr. 47.482.000,- mió.
Í síðstu viku samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein stórur partur av løgujáttanini, og vísur fíggjarætlanin fyri 2022 tí eitt undirskot á kr. 35.877.000,- mió. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í framtíðina, metur býráðið í Vága kommunu.
Harafturat eru kr. 10.000.000,- mió. avsettar til byggibúning, og lagt er upp fyri byggibúning næstu árini. Millum verkætlanirnar, ið eru í umbúna, eru útstykkingarnar norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági, umframt ein minni útstykking í Vatnsoyrum.
Íløgurnar eru stórar, men neyðugar og Vága kommuna heldir seg undir einari álíkning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo