Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

FMX: Faroe Music Export (FMX) og G! Festivalurin halda fram við samstarvinum við Trondheim Calling í Norra í 2024.

Boðað verður frá í dag, at Aggrasoppar, Kóboykex, Marianna Winter og Marius DC vera við á tí viðurkenda norska festivalinum.

Eitt samstarv við Trondheim Calling var leingi í umbúna, men korona steðgaði ætlanini tvær ferðir. Tíðliga í 2023 byrjaði tað, og tað gekk sera væl. Saman við Trondheim Calling kunnu vit tí frøast um at kunngera, at samstarvið eisini heldur fram í 2024. – og tað er við einum tónlistafólki meira enn ætlað.

«Trondheim Calling is so happy to continue exploring Faroese artists! Last year was a great success and we got alot of great feedback on the acts. This year the quality of the musicians was so high we had to add another artist to the line-up. We really look forward to hosting Marius DC, Marianna Winter, Aggrasoppar and Kóboykex in Trondheim in February!», sigur Dag Audun Kårtvedt, bíleggingarstjóri hjá Trondheim Calling, fegin.

Longu í 2020 kom hugskotið á borðið um at skipa ein nýggjan form fyri skifti við Trondheim Calling, har eitt ávíst tal á føroyskum tónlistafólkum skuldu fáa pláss á festivalinum, og Føroyar og okkara tónleikapallur skuldu fáa góða umrøðu áðrenn og eftir tiltakið. Samstundis skuldi G! Festivalurin fara eftir einum favoritti frá Trondheim Calling, ið fær pláss á festivalinum í Gøtu summarið eftir. Tað tók, sum vera man,  við atliti at pandemiini, nøkur ár, áðrenn alt varð fingið í lag, men í februar í ár varð tann endaliga samstarvsætlanin veruleiki fyrstu ferð. Jazzygold, Dania O. Tausen og Joe & The Shitboys spældu øll á Trondheim Calling í februar 2023, og tað riggaði sera væl.

«Hetta eru vit sera fegin um», sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen. «Trondheim Calling var ein frálík uppliving fyri øll, ið vóru við í februar, og tað gav helst positivt úrslit fyri allar føroyskar luttakarar. Trondheim Calling er ein hollur og góður festivalur við nógvum norðurlendskum umboðum og stórari áhoyrarafjøld, og ikki minst eitt ómetaliga gott stað at hittast hjá okkara føroysku listafólkum og møguligum samstarvsfeløgum. Vit gleða okkum!»

Festivalurin fer at savna seg í norðurlendskum høpi, og umframt at vera umboðað við heilum fýra listafólkum fara føroysk umboð at vera við í almennum orðaskifti, panelum og umboðsprogrammum.

Um Trondheim Calling:
Trondheim Calling er ein av teimum størstu vinnufestivalum á tónleikaøkinum, sum árliga vísir nógv nýggj listafólk fram á leiðini móti gjøgnumbroti. Tiltakið er tvíbýtt og er skipað sum ein tónleikafestivalur um kvøldið og ein ráðstevna fyri musikarar og vinnu um dagin. Festivalurin dró til samans meira enn 7.000 vitjandi til sín í 2020.
 
Trondheim Calling er í 2024 frá 1. til 3. februar.
 
FMX fer at vera hjástatt á festivalinum saman við fleiri føroyskum umboðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo