Í døgunum frá 2. til 8. juli fara tey í Riolunato, sum er ein lítil bygd sum liggur í Norðurappenninafjøllunum, ímillum Podalin og Toskana, har norðuri í Italia, at bjóða føroyingum at koma at læra seg italskt. Í sama tíðarskeiði fara tey at bjóða íbúgvunum í bygdini at læra seg føroyskt.
Tað er føroyvinurin Gianfranco Contri, ella bara Franco sum nógvir føroyingar kenna hann, sum stendur fyri tiltakinum saman við øðrum av bygdafólkunum og kommununi á staðnum. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum verður eisini við í ætlanini, sigur Franco, sum sigur at talan er um eitt grundskeið í italskum sum er ókeypis fyri luttakararnar.
- Vit skipa tað soleiðis, at tað eisini verður tíð til hugna og at síggja vakra umráði her sum vit búgva við onkrum gongutúri eins og ymsum tiltøkum av mentannarligum slagi.
- Ætlanin er at luttakararnir úr Føroyum skulu gista privat, men tað ber eisini til at fáa innivist á gistingarhúsi og so hjálpa vit við tí eisini, sigur Franco.
VP vitjaði Franco í 2010, tá kom filmurin omanfyri burturúr.
Meira sæst um Riolunato á alnetinum her:
http://kz23.altervista.org/Riolunato/Riolunato_Faroer/Home.html
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo