Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faer Isles Distillery hevur sítt virksemi í hesum bygningunum Inni á Fjørð í Vestmanna.

Framtíðarætlanirnar hjá felagnum umfata millum annað goymslu og sum frálíður framleiðslu í Kvívíkshaganum.

Faer Isles Distillery hevur sítt virksemi í hesum bygningunum Inni á Fjørð í Vestmanna.

Framtíðarætlanirnar hjá felagnum umfata millum annað goymslu og sum frálíður framleiðslu í Kvívíkshaganum.

Nýggja brennivínsvirkið í Vestmanna, Faer Isles Distillery, hevur fingið eina fíggjarliga innspræning uppá 7,2 milliónir krónur afturat. Samstundis er eisini íverksetarin Heini Zachariassen, sum millum annað er kendur fyri at hava byrjað vínappina Vivino, komin inn í eigaraskarðan og nevndina.

- Vit fegnast stórliga um luttøkuna hjá Heina Zachariassen, tí hansara íkast er ikki bert tað fíggjarliga men eisini, tí hann hevur drúgvar royndir, sum vit á henda hátt kunnu fáa lut í, sigur Dánial Hoydal, sum er stjóri í Faer Isles Distillery saman við Boga Karbech Mouritsen.

Hann upplýsir fyri VP, at innskotið er liður í eini ætlan, sum tilsamans skal útvega felagnum tilsamans 24 milliónir í váðafúsum kapitali. Pengarnir skulu millum annað brúkast til at útbyggja virksemi við útgerð og goymslubygningum.

- Sjálv framleiðslan verður her í Vestmanna í drúgva tíð afturat, men ætlanin er longu næsta ár at hava goymsluhølini í Kvívík klár, sigur hann.

Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at fyrstu vørurnar, Gin og Akvavit, komu á handilshyllarnar. Tað er tó trupult at siga nakað neyvt um undirtøkuna, tí teir hava ongi søgulig tøl at samanbera við.

- Men eg kann siga, at vit eru vælnøgdir, og at vit hava framleitt meira, enn vit høvdu væntað.

Gongst sum teir ætla, fara teir undir at framleiða whisky eisini í apríl komandi ár.

- Vit arbeiða við at fáa í lag avtalur um at selja vørurnar uttanlands. Men tað er hørð kapping á marknaðinum fyri Gin og Akvavit. Tí er tað umráðandi at koma skjótt í gongd við at framleiða whisky, tí tað er har vit vænta at bróðurparturin av søluni fer at liggja, sigur Dánial Hoydal við VP.

Faer Isles Distillery hevur sítt virksemi í hesum bygningunum Inni á Fjørð í Vestmanna.

Framtíðarætlanirnar hjá felagnum umfata millum annað goymslu og sum frálíður framleiðslu í Kvívíkshaganum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo