Leygardagin 13. juni verður afturvendandi tiltakið “Plantið eitt træ” á Vaglinum, har fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við.
Í ár kanst tú millum annað fáa eina Reyðbók at seta niður í garðin. Reyðbókin verður eisini kallað blóðbók og er stórvaksið leyvfallandi træ við dimmreyðum bløðum.
Listin yvir trø og plantur, sum eru at fáa á Vaglinum 13. juni sæst HER
Skráin fyri “Plantið eitt træ” tiltakið sær soleiðis út:
kl. 10.00 Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, heldur røðu.
kl. 10.15 Livandi tónleikur við Jens Marna Hansen.
Havið egnan posa við til planturnar.
Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 20. juni.
Nærri kunning um plantupakkarnar kemur seinni.
GG! Víst verður til almennu tilmælini um at halda ein metur frástøðu í bíðirøðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo