Skúlablaðið: Tey, sum hava boðið seg fram til nevndina í Lærarafelagnum á aðalfundinum í dag, eru Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag og lærari í Skúlanum við Løkin, Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur og lærari í skúlanum á Argjahamri, og Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum. Tórhallur við Gil hevur sitið í nevndini síðan 2019, seinastu tvey árini sum næstformaður, og Eyðbjartur S. Skaalum hevur verið nevndarlimur í eitt valskeið. Miriam Nolsøe Johannesen hevur ikki verið í nevndini áður. Tá ið avtornaði vórðu Eyðbjartur S. Skaalum og Tórhallur við Gil valdir við ávikavist 215 og 205 atkvøður. Miriam Nolsøe Johannesen fekk 98 atkvøður.
Fyrrapartin vóru tveir gestarøðarar á skránni umframt handan av veðurlagsvirðislønini. Sum siður er var annar gestarøðarin landsstýrismaðurin við skúlamálum, Djóni N. Joensen. Hin røðarin var Gunnhild Dahl Niclasen, samfelagsfrøðingur og humanvistfrøðingur. Vinnararnir av veðurlagsvirðislønini fyri 2024 vórðu eisini kosnir. Í ár gjørdist tað Eiðis skúli. Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, handaði teimum heiðursbræv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo