Everton-eigarin Farhad Moshiri heitti á Premier League um at revsa tey seks feløgini í Premier League sum høvdu ætlanir um Super League.
– Tá feløg kunnu missa stig fyri minni, til dømis brot á Financial Fair Play, so hava hesi feløgini gjørt álop á hjartað í Premier League. Tað eigur at fáa avleiðingar, sigur Everton-eigarin Farhad Moshiri við Talksport áðrenn tað gjørdist greitt at feløgini høvdu tikið seg úr Super League.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo