Myndin er frá tá Fólkatingið gjørdi avtalu um, at byggja ein nýggjan hernaðar-radara í Føroyum.
Ein verjumálaráðharri, ið vit ikki hava valt, stóð saman við fólkatingslimum, ið vit heldur ikki hava valt, og legði fram ætlanir teirra við okkara landi.
Okkara fólkavaldi stovnur, Løgtingið, fekk onki at vita um hesar ætlanirnar, fyrr enn aftaná hendan fundin.
Er tað soleiðis fólkaræði eigur at síggja út? At fólk, vit ikki hava valt, sita og taka avgerðir um, hvussu okkara land skal brúkast?
Nei, sjálvandi ikki.
Fólkaræði er tá fólkið í landinum ræður!
Einasti mátin at tryggja, at avgerðir um Føroyar verða tiknar í Føroyum – og ikki aðrastaðni – er loysing.
Í morgin, mikudagin klokkan 17 skipa vit, saman við øðrum, fyri kravgongu fyri fólkaræði og føroyskar loysnir á Vaglinum. Vit heita á øll at koma!
Unga Tjóðveldið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo