Sum VP skilir eru reiðarí og skipasmiðjan í Turkalandi, Tersan Shipyard, samd um treytirnar fyri yvirtøkuni.
Eitt nú í sambandi við at trolarin er nakað seinkaður í mun til upprunaligu ætlanina.
VP skilir at samráðingarnar eru um at vera lidnar, so væntandi verður nýggi trolarin latin Pf. Havborg fyrsta dagin.
Frystilastin á Emerald er 2.250 rúmmetrar, og hon tekur umleið 1.000 tons av frystum fiski.
Skipið er 87,5 metrar langt og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men tað veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um. Manningin verður 18 á rækjuveiðu og 34 til toskafiskiskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo