Søkt verður eftir ágrýtnum elektrikara til ArtiCon at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv. Tú kemur runt um landið og saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, kemur tú á liðið, sum brennir fyri dygd, trygd og trivnaðinum.
Starvið
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Vit hava nógvar og spennandi uppgávur fyri framman, og tað hevur tí stóran týdning, at tú hevur áræði og vilt gera mun.
Arbeiðsøkið
-
Ljósanlegg
-
Talvuanlegg
-
UTP- og EDV-net
-
Ídnaðarinnleggingar
-
Vanligar innleggingar
-
Stýringar av ymiskum slagi
-
Ymiskt
Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir og arbeiðir miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú ert útbúgvin elektrikari og/ella installatør og hevur royndir á økinum. Stundum er nógv at gera; tá vænta vit, at tú ert til taks.
Vit bjóða
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, og góðir møguleikar eru fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipað viðurskiftir og gott arbeiðsumhvørvi. Vit hava somuleiðis eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð til at loysa uppgávurnar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir vera sambært útbúgving og royndum.
Meira at vita?
Hevur tú spurningar um starvið, eru tú vælkomin at ringja til Eyðfinn A. Olsen, byggileiðara, á telefon 216127.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo