Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Elding og Power: Elding keypir Power og flytur harvið ein part av sínum virksemi inn aftur í SMS, har Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther byrjaðu handilsvirksemið á loftinum í sølumiðstøðini í 1995.

- Sølan kom í lag, eftir at leiðslan í Elding boðaði okkum frá, at Elding ynskir at keypa Power. Vit hava síðani verið í samráðingum, og Elding hevur givið okkum eitt gott tilboð. Tískil selja vit Power til Elding, sigur Høgni Zachariasen, stjóri, ið eigur Power helvt um helvt saman við P/F SMS.

Leiðslan í Elding fegnast um at kunna yvirtaka snøggu hølini hjá Power, har sætti Elding-handilin sostatt verður staðsettur.

- Vit merkja, at kappingin frá útlendskum veitarum á netinum harðnar, og tí skulu vit áhaldandi bjóða okkara kundum kappingarførar prísir og eina góða tænastu tætt at kundunum. Tað gera vit m.a. við at vera atkomuligir bæði á internetinum og ymsastaðni kring landið. Tað hevur stóran týdning fyri Elding at hava ein stóran og góðan handil í SMS, sum er mest vitjaða handilsstað í Føroyum, staðfesta báðir virkisstjórarnir í Elding, Levi Winther og Herman Winther.

Teir vísa á, at Elding síðani byrjan hevur roynt at havt eitt stórt og fjølbroytt úrval av merkivørum fyri lágar prísir, og at hetta framhaldandi verður grundleggjandi handilsligi hugburðurin hjá fyritøkuni.

Sølan ber við sær, at Elding yvirtekur bæði skyldur og starvsfólk hjá Power, og talið av starvsfólkum í Elding fer samanlagt at tátta í 90 starvsfólk, svarandi til umleið 60 ársverk. Kappingarráðið skal taka endaliga støðu til yvirtøkuna.

Elding hevur frammanundan handilin á Óðinshædd í Havn og ein handil í Klaksvík umframt Elding Online, ið hevur meira enn 18.000 vørur á heimasíðuni. Haraftrat hevur fyritøkan tveir handlar, sum venda sær til vinnulívið – tað eru  Elding Business í Smiðjugerði í Havn og Elding Nordic í Herning, Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo