Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Løgtingslóg um pant á íløtum

Spurningar:
1. Nær kemur uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum í Løgtingið?

2. Hvør er orsøkin, at so long tíð hevur gingið við arbeiðinum?

Viðmerkingar:
Í mong ár hevur verið arbeitt við uppskoti til nýggja løgtingslóg um pant á íløtum.

Undanfarna landsstýrið fekk málið aftur á skrá og arbeitt varð við nýggjari lóg á økinum.

Lógaruppskot var smíðað og sent í hoyring í september í 2022 við hoyringarfreist 7. oktober í 2022.

Saman við hesum lógaruppskotinum var uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur.

Nú eru vit í desember 2023, t.v.s. eitt gott ár er gingið, síðani hoyringarfreistin var úti.

Áhugavert er tí at frætta, hvussu gongur við hesum máli, og hvat tað er, sum ger, at so long tíð er gingin, og lógaruppskotið ikki er komið í Løgtingið enn.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 4. desember 2023
Magnus Rasmussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo