Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Revsiváttan fyri útlendska arbeiðsmegi
Spurningar:
1. Hvat skal til, fyri at útlendingar, ið koma higar umvegis arbeiðsloyvi og FastTrack, skulu útvega revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðsloyvi?
2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útvegast skal revsiváttan?
Viðmerkingar:
So hvørt sum virksemið í landinum er økt, veksur eisini tørvurin á arbeiðsmegi. Tí hava vit sett eitt nú fast-track skipanina í verk. Hetta hevur hjálpt einum stórum parti av vinnulívinum at fáa fatur á arbeiðsmegi.
Tó hevur tað eisini verið ein baksíða. Sum miðlar hava víst á, eitt nú Frihedsbrevet.fo, eru útlendingar komnir higar at arbeiða, sum hava eina kriminella fortíð í heimlandinum.
Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má aldrin vera, at tað skulu innflytast dømdir brotsmenn til Føroya.
Í dag er onki krav um, at ein revsiváttan skal útvegast, sum kann forða fyri, at dømdir brotsmenn koma higar at arbeiða.
Vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, ið hevur nógv at verja. Tí mugu vit vera á varðhaldi.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 6. august 2024
Beinir Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo