Skúlablaðið: Við at stytta skúladagin gerst tað møguligt at lækka næmingatalið í flokkunum, samstundis sum tað gerst møguligt at styrkja tvílæraraskipanina. Tað er eingin loyna, at eg persónliga ikki eri sannførd um, at ein styttri skúladagur av sær sjálvum er ein betri skúladagur. Tó eri eg ikki í iva um, at um vit hava færri næmingar, so verður tað munandi lættari at stuðla einstaka næminginum, soleiðis at næmingurin fær eina munandi betri undirvísing.
Tað er gleðiligt at síggja, at man frá politiskari síðu ynskir at betra um umstøðurnar hjá skúlanæmingunum. Og kortini kann tað kennast hugtungt, tá ið somu ætlanir koma í fylgjandi samgonguskjøl, uttan at hetta hevur havt ta ávirkan, sum ætlanin var, tá ið samgonguskjalið varð skrivað. Vónandi fer arbeiðið við at broyta og menna skúlaskipanina í gongd sum skjótast, soleiðis at vit, sum arbeiða á økinum, veruliga hava eina kenslu av, at tað, sum verður sett í eitt samgonguskjal, eisini er tað, ið arbeitt verður fram ímóti.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo