- Tað ljóðar gott við breiðum semjum. Vit hava verið við til nakrar av teimum, ið løgmaður nevndi, men ikki allar, sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, í stuttari viðmerking til Ólavsøkufrágreiðing løgmans.
- Fyri okkum í Fólkaflokkinum ræður tað um innihaldið í semjunum, og um vit kunnu kenna okkum aftur í tí á nakran hátt.
- Tað fara vit at halda á við.
- Eisini var gott at hoyra ætlanirnar um størri krøv til útlendingar, ið koma her, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.
- Nógv bleiv nevnt um haldføri, men samstundis blivu eisini nevnd átøk, ið eru sera kostnaðarmikil, uttan at nevna fígging til tað.
- Hetta meðan landskassin hevur hall á knappa hálva milliard.
- Onki verður heldur nevnt um at skapa meir virðir í samfelagnum, og harvið vøkstur.
- Í løtuni vaksa útreiðslurnar skjótari enn inntøkurnar, og tí er tað ikki ein gongd leið at vaksa ótálmandi um útreiðslurnar, sigur Beinir Johannesen í stuttari viðmerking til VP.
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024 kann lesast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo