Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Løgmaður leggur upp til samstarv, og tað kann eingin siga nei til. Hann nevnir, at tey eru tilreiðar at ”førka seg”. Hetta krevur tó, at hugburður teirra broytist, tí í einum samstarvi mugu báðir partar kenna seg aftur í úrslitunum, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, í viðmerking til Ólavsøkufrágreiðing løgmans.

- Politikkurin farnu árini hevur ikki verið merktur av samstarvshuga, tóat hond okkara hevur verið útrætt. Her kunnu vit nevna málini um gongd í haga og serskattin og tøkugjøld á alivinnunni, sum kostaði mongum føroyskum familjum inntøkugrundarlagið.

- Har vórðu vit klár til samstarv, men áhugin var bert vendur móti tí eina andstøðuflokkinum, sigur Jenis av Rana.

- Nógv og føgur eru orðini um føroysku familjurnar, bústaðarviðurskifti, børnini v.m., og reyp um skattalættar og lønarlyft. Men veruleikin er, at tey á niðastu samfelagsstigunum, tey sum mest hava tørv á hjálp, eru slept upp á fjall!

- Tey liva í einum samfelag, sum er vorðið væl dýrari at liva í, uttan at tey fingu lut í lættunum, ið vórðu givnir og sum reypað verður um. Og um lovaða lyftið, at lækka ella strika mvg á breyði, mjólk, frukt og grønmeti lesa vit, at: landsstýrið arbeiðir við at finna fígging - hetta meðan 50 mió. higartil eru sendar dønum, teimum á baki er ætlanin at senda dønum aðrar 50 mió. afturat, um samgongan verður sitandi skeiðið út.

- Positivt er, at ófødda barnið ikki verður hótt eftir lívinum í røðuni, men at sagt verður, at: ”her skal vera gott og trygt hjá børnum”, og at ”øll skulu hava tak yvir høvdið”.

- Vit taka hetta sum eitt lyftið, sum eisini fevnir ófødda barnið og foreldur tess.

- Størsta framtíðarhóttanin, minkandi føðitalið, verður, sum í nýggjársrøðuni, aftur nevnt, tó uttan at vit fáa at vita, hvussu hendan gongdin verður vend, sigur Jenis av Rana í stuttari viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo