ÍSF: Parasport Føroyar var stovnað fyri 40 árum síðani – 10. apríl 1980 – undir navninum ÍSB. Eitt lítið føðingardagshald fyri innbodnum var hildið í gjár, og í hesum sambandi valdi ÍSF at heiðra eini eldsál, ið hevur verið við øll árini, og sum á so mangan hátt hevur virkað føroyskum ítrótti at frama.
Talan er um Egga Jensen, ið var við til at stovna ÍSB, og sum er formaður í Parasport Føroyum. ÍSF-forsetin handaði honum heiðurskrossin, sum er hægsta viðurkenning, ÍSF letur eldsálum, ið virka ítróttinum at frama.
– Tú hevur øll árini verið ein ímynd av parasportinum. Tú hevur gingið á odda fyri at geva ítróttagreinum innan parasportin góð kor í Føroyum. Tú hevur gjørt parasportin í Føroyum kendan um allan heim. Trúliga hevur tú fylgt ítróttafólkunum á uttanlandsferðum, og mær vitandi, hava tú og parasporturin knýtt nógv virðismikil sambond kring allan knøttin, segði Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti m.a., tá ið hon handaði Egga Jensen heiðurskrossin.
Hóast Egga er 76 ár, so íðkar hann framvegis sjálvur ítrótt, og so seint sum í heyst vann hann FM í tennis í tvímansleiki fyri seniorar saman við liðfelaganum Charles Midjord.
– Ítróttaheimurin hevur altíð verið tín heimur, segði Elin Heðinsdóttir Joensen og vísti á umfatandi virksemið hjá Egga Jensen í føroyska ítróttaheiminum.
Egga virkar fyri ítrótti og heilsu
Hann hevur spælt fótbólt, hondbólt, flogbólt, borðtennis og gjørt fimleik, har hann hevur vunnið FM-heiti. Egga Jensen hevur eisini verið fótbóltsdómari og dómaraeygleiðari, og hann hevur verið uppi í nevndarabeiði. Í dagliga arbeiðinum á Læraraskúlanum hevur hann undirvíst nógvum av teimum ítróttalærarum, sum starvast í fólkaskúlanum.
Hann hevði morgunfimleikin saman við Elnu í útvarpinum í nógv ár. Ein stutt sending, sum gav føroyingum møguleikan at røra seg heima við hús hvønn morgun.
– Fólkaheilsan er stóra avbjóðingin í dagsins samfelag. Tú vart við til at byrja hjartarenningina, og tú hevur undirvíst í fyrstuhjálp. So vit tosa her bæði um ítrótt og heilsu, sum tú hevur virkað til frama fyri, og sum eru tvær síður av somu søk, staðfesti ÍSF-forsetin í røðu sínari, tá hon handaði Egga Jensen heiðurskrossin.
Egga Jensen er tann sætti í røðini, sum fær hesa hægstu viðurkenningina frá ÍSF. Hann tók – saman við Jón Steig og Eyðdis Eidesgaard – stig til at stovna ÍSB, og tey trý sótu í fyrstu nevndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo