Tíðindastovan Reuters, sum endurgevur russisku ríkistíðindastovuna Ria, skrivar í nátt um spreinging og royk í finansøkinum í russiska høvuðsstaðnum, fimm kilometrar frá Kreml.
Sambært Reuters, sum eisini endurgevur borgarstjóran í Moskva, Sergey Sobyanin, hevur ein drona rakt ein bygning í Moscow Business District. Ein onnur drona er skotin niður í Mozhaisk-økinum í Moskva.
– Onnur dronan rakti ein bygning sum verður bygdur í býnum. Myndugleikarnir vórðu sendir á staðið. Sambært fyribils kunnin er eingin persónsskaði, skrivar Sobyanin á Telegram sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo