– Eg veit nakað, sum tit ikki vita, segði ein ung Lisa Brennan-Jobs við sínar floksfelagar.
- Steve Jobs er pápi mín.
Í einum broti frá lívssøguni «Small Fry», sum kemur út í USA 4. september, fortelur Lisa Brennan-Jobs (40) erliga um sínar upptúrar og niðurtúrar við at hava Steve Jobs sála sum pápa.
Jobs fekk elstu dóttrina við táverandi unnustu síni Chrisann Brennan í 1978, tá ið tey bæði vóru 23 ára gomul.
Jobs noktaði at hon var dóttir hansara eftirfylgjandi árini, og segði at hann var sterilur.
Apple-stovnarin fekk síðani trý børn við konuni Laurene Powell (54).
Kortini so kallaði hann fyrstu telduna, sum kom undan Macintosh-telduni, «The Lisa». Og eisini hetta hevði hann trupult við at viðganga, skrivar Lisa Brennan-Jobs sambært VG.
While I'm overjoyed by how people seem to be receiving the excerpt, I do worry some (especially if they read excerpts of the excerpt) might buy the book expecting a tell-all rather than a coming-of-age story about a girl and her family in California.https://t.co/IS7MkciOWb pic.twitter.com/JF96XhkziH
— Lisa Brennan-Jobs (@LisaBrennanJobs) August 3, 2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo