Úrslitið hjá Delta Seafood á Tvøroyri var 9,3 mió kr í vinningi í fjør. Úrslitið líkist nógv tí sum var árið frammanundan tá 9,7 mió kr lógu eftir.
Fíggjarstøðan javnvigar við 161 mió kr, harav eru 81 mió kr eginogn.
Virksemið hevur eins og undanfarin ár verið at keypa, virka og selja fisk og fiskaúrdráttir og annað virksemi sum er tengt at hesum, verður sagt.
Magnus Jespersen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo