07 Vestur: 07 Vestur og Dann Fróðason hava longt sáttmálan, og ungi verjuleikarin heldur sostatt fram í barndómsfelagnum komandi tvey árini.
Sandavágsmaðurin fekk fyrsta dystin á besta liði okkara heilt afturi í 2016, tá hann, bert 16 ár og 2 mánaðar gamal, kom á vøllin fyri Gunleif Magnusarson í 3-1 heimasigrinum á B71. Tilsamans eru tað blivnir til 105 dystir fyri besta lið okkara, 56 í Betri Deildini, 54 í 1. deild umframt 5 steypakappingini, og 9 mál.
Dann hevur eisini verið á fleiri av ungdómslandsliðunum, seinast á U21-landsliðinum í summar, har hann fekk fullan dyst móti Armenia. Dann var eisini lyklaleikari á U17-landsliðinum í 2017, ið framdi bragdið at leika seg til EM-endaspælið.
Komandi árini verður Dann so eisini við á besta liði okkara, har hann hevur verið ein av stuðulsleikarunum, hóast ungan aldur. Og vit gleða okkum til framhaldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo