SEV boðaði á middegi frá, at føroyski elprísurin er á einum rímiligum støði, tá vit sammeta við himmalhøgu elprísirnar í londunum rundan um okkum.
Danska TV 2 skrivar um tveir handlar - Spar í Erslev á Mors og Min Købmand í Asp við Struer - har elrokningin fyri august í báðum handlunum er fírfaldað samanborið við august síðsta ár. Í Asp merkir tað, at streymútreiðslurnar eru farnar úr umleið 25.000 upp í 100.000 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo