Contrazt fer á pall á Dansibandsfestivalinum, sum verður í Vági í døgunum 5. og 6. mai.
Contrazt er eitt kendu dansibands-nøvnunum í Norra, sum seinastu nógvu árini hevur spælt á dansibandspallum í øllum Norðurlondum.
Contrazt hevur eisini verið á palli í Føroyum fyrr, og nú koma vælumtóktu Contrazt aftur til Vágs.
Contrazt eru mannaði av:
Gro Anita Dybendal, sang
Leif Dybendal, gittar og sang
Kay Ronny Brobakken, trummur
Svein Morten Haugerud, tangentar og saksefon
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo