Nógv av tungu útgerðini er komið uppá pláss og eftir ætlan kann farast undir at brenna í mars næsta ár hjá nýggja whisky brennarínum í Føroyum, Faer Isles Distillery í Vestmanna.
Skotar eru komnir til Føroya at seta útgerðina upp.
Samstundis verður bygt omanfyri Kvívík, har ætlanin í fyrstu syftu er, at løgurin skal liggja á goymslu, til klárt er at selja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo