Brotið er inn í leguhúsið Zarepta, sum Brøðrasamkoman rekur í Vatnsoyrum.
Innbrotið varð meldað í gjár.
Nakað av frystigóðsi er tikið, og møguliga okkurt afturat, verður sagt.
Innbrotstjóðarnir síggjast á videoupptøkum, og har sæst eisini bilurin, teir brúktu.
Løgreglan hevur tí góð sport at ganga eftir, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo