Skúlablaðið: Fólkaskúlin kann vera sera avbjóðandi fyri næmingar við ADHD. Tað kann 25 ára gamla Anna Nolsøe Joensen skriva undir uppá. Hon hevði sjálv trupult við at hugsavna seg og fylgja við í undirvísingini, tá hon gekk í fólkaskúla, men hvørki hon, familja hennara ella lærararnir vistu hví. Tá hon so fekk staðfest ADHD í 2014, gav alt betri meining.
Anna Nolsøe Joensen, læraralesandi við serligum áhuga fyri sernámsfrøðiliga økinum, heldur, at núverandi skipan er stirvin, og at umfatandi broytingar skulu til, um fólkaskúlin betur skal rúma næmingum, ið hava ADHD.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo