Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur í dag lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa makrel uttanlands.

Føroysku skipini hava í summar avreitt makrel bæði til frystivirki og til fiskamjølsvirki. Nú frystivirkini fyribils eru givin at taka ímóti makreli, kunnu skipini bert landa til fiskamjølsvirki. Hetta hevur elvt til, at skipini liggja og bíða eftir at sleppa framat at landa. Sostatt verða møguleikarnir at fiska makrel darvaðir av væntandi móttøkuorku á landi.

Grundað á hesa støðu hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, tikið avgerð um at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur, undantikin 15%, skal landast í Føroyum. Sostatt verður loyvt, at føroysk skip fram til 31. august kunnu landa makrel uttanlands.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur verið í sambandi við norskar og íslendskar myndugleikar, um møguleikar hjá føroyskum skipum at landa makrel. Ísland hevur boðað frá, at ikki er loyvt føroyskum skipum at landa makrel í íslendskum havnum, meðan Noreg hevur upplýst, at onki er í vegin fyri, at føroysk skip landa makrel í norskum havnum. Tó er tilskilað, at sølan skal fara gjøgnum søluskipanina hjá Norges Sildesalgslag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo