Skúlablaðið: Torbjørn Jacobsen er formaður í eldrasamtakinum ímillum Runavíkar kommunu, Sjóvar kommunu, Nes kommunu og Tofta kommunu. Á ellisheiminum í Runavík vóru tey somikið framsíggin fyrst í sjeytiárunum, at tey gjørdu ein svimjihyl.
- So kom henda tíðin við hesi kreppuni, sum vit í Føroyum kanska ikki merktu so øguliga nógv til í 2008, men tá tóku tey og lótu av sparingum henda svimjihylin aftur, og spurt varð, hví skuldi akkurát svimjihylurin sparast burtur.
- Tað varð gjørt, og sum so ofta í Føroyum, hylurin varð ikki latin uppaftur, so eitt tað fyrsta, eg setti mær fyri, tá ið eg gjørdist formaður í eldrasamtakinum, varð at lata henda svimjihylin uppaftur, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Í Runavíkar kommunu eru tey nú farin at fyrireika seg so mikið nógv, at frá 1. januar 2019 er tann svimjihylurin opin aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo