Tórshavnar kommuna: Í kvøld kl 19 verður borgarafundur um miðbýarkjarnuna hildin í Finsen, har Osbjørn Jacobsen fer at leggja fram skitsuuppskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur býur”.
Henning Larsen / Osbjørn Jacobsen fingu hetta arbeiðið at gera, tá kommunan beyð hetta arbeiðið út í fjør. Sáttmáli varð gjørdur í september og nú verður skitsuuppskotið lagt fram fyri almenningin.
Øll eru vælkomin í Finsen kl 19.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo