Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár var ein øðrvísi vitjan á Ráðhúsinum í Havn. Tað vóru børnini í seks ára stovuni á dagstovninum Lítlaskógi, sum komu við einari skrivligari áheitan til Heðin Mortensen, borgarstjóra.

Tey vísa í skrivinum á, at teimum dámar væl at vera út og spæla fótbólt, men at vøllurin er asfalt, og at tey tí ofta skursla knø og albógvar, og at onkur eisini hevur fingið snudd í høvdið. Tí heita børnini á borgarstjóran um at fáa graslíki á vøllin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um vitjanina og fer at hyggja eftir málinum.

“Tað er hugaligt, at børnini gera vart við viðurskiftini. Eg fegnist eisini um, at at starvsfólk og foreldur hjálpa børnum at brúka okkara demokratiska samfelag, millum annað við at skriva eitt mótmælisskriv”, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo