Joe Biden forseti sigur at hann hevði ikki stillað upp sum forsetavalevni í 2024, um Donald Trump ikki gjørdi tað eisini, skrivar Reuters.
- Vit kunnu ikki lata hann vinna, segði Biden á tiltaki fyri stuðlum til valstríðið í 2024 uttanfyri Boston.
Biden kunngjørdi longu í apríl at hann stillar upp til afturval sum forsetavalevni hjá demokratunum. Biden er 80 ára gamal og hevur verið forseti síðani januar 2021, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo