Boðað var frá eldi í einum húsum í Sørvági tíðliga í morgun.
Politiið heldur, at eldurin kom av battaríum sum vóru keypt úr einum kinesiskum nethandli. Tey eru ikki góðkend um okkara leiðir, men kunnu tó sleppa gjøgnum nálareygað tá keypt verður á netinum.
Ongin fólkaskaði hendi, men húsini fingu skaða av eldi, royki og vatni.
Nú verður kannað nærri, um fyribilsástøðið hjá politinum, at battaríini festu í, heldur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo