Føroyingar hava í ár bara megnað at fiska 63 prosent at makrelkvotuni, ið er ásett í ár. 105.000 tons av 167.000 tonsum, sambært KVF, men KVF hevur ikki tikið við um 20.000 tons sum onnur lond hava loyvi at fiska sambært sínámillum avtalur.
At eingin avtala var gjørd við Bretland um fiskiskap, hevur gjørt, at ikki meira er fiskað, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni, við KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo