Bárður Oskarsson er nomineraður til norðurlendsku barna- og ungdóms bókmentavirðislønina fyri myndabókina Træið.
Vinnarin av bókmentavirðislønini hjá Útnorðurráðnum verður avdúkaður tann 12. oktober á Mýrin, sum er barna- og ungdómsfestivalurin í Noðurlandahúsinum í Reykjavík.
Virðislønin er 60.000 danskar krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo