BankNordik: Gongdin hjá BankNordik higartil í ár hevur verið betri enn upprunaliga væntað.
Tí hevur BankNordik í dag boðað keypskálanum frá, at ársúrslitið eftir skatt væntandi fer at vera 160-190 mió. kr. í staðin fyri 130-160 mió. kr., sum metingin var við ársbyrjan.
- Kundarnir eru sum heild væl fyri, og tí hevur bankin afturført niðurskrivingar, samstundis sum grundraksturin er batnaður.
- Roknskapurin hjá bankanum fyri fyrra hálvár verður kunngjørdur 4. august 2022, sigur bankin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo