Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost hevur í dag endurfíggjað sínar kredittir.

Gomlu kredit-fasilitetirnir vóru uppá 463 mió evrur, teir nýggju, sum nú eru teknaðir, eru uppá tilsaman 700 milliónir. Teir eru partur av íløguætlan sum varð løgd fram herfyri uppá 6,2 mia danskar krónur næstu fimm árini, fyri bæði Skotland og Føroyar.

- Talan er um betri og bíligari fígging enn tann sum var, sigur Høgni Dahl Jakobsen, fíggjarstjóri hjá Bakkafrost, sum kortini ikki vil útgreina nærri, hvat tað merkir.

Eitt sum er nýtt við hesi fíggingini er, at hon er "sustainability linked", Tað merkir, at hon er bíligari alt eftir um man røkkur nøkrum málum innan burðardygd, sum ein semist um. Tær nærri treytirnar fyri hesum, skulu avtalast við bankarnar í næstum.

- Eins og fyritøkurnar er fíggjarheimurin eisini áhugaður í at kanalisera pengar í burðardyggan rætning, tí er tað alt meira vanligt nú at eggja til burðardygd eisini á henda hátt, sigur Høgni Dahl Jakobsen.

Bankarnir sum fíggja í dag eru teir somu sum áður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo