Bakkafrost: Bakkafrost er millum bestu fyritøkurnar í Norðurlondum at gera burðardygdsrapportering. Hetta er niðurstøðan í frágreiðingini hjá viðurkendu ráðgevingarfyritøkuni Position Green (fyrr The Governance Group), ið hevur greinað burðardygdsrapporteringina hjá 300 teimum størstu, børsskrásettu feløgunum í ávikavist Noreg, Svøríki og Danmark.
Bakkafrost fær karakterin ‘A’, sum verður givin fyri ‘frálíka rapportering í samsvari við bestu siðvenju á økinum. Góðar lýsingar av týdningarmiklum evnum og avrik á hesum økjum. Felagið hevur eina greiða strategi og hevur ásett ítøkilig mál, ið øll kunnu mátast’.
Millum aðrar fyritøkur, ið fáa sama karakter kunnu nevnast Danske Bank (DK), Gjensidige Forsikring (NO), Ericsson (SE), Telenor (NO), Volvo (SE) og Vestas (DK).
Bakkafrost hevur givið út burðardygdsfrágreiðingar síðani 2017 og arbeiðir eftir altjóða standardum viðvíkjandi burðardygdsrapportering, ið tryggjar gjøgnumskygni í rapporteringini, og at tølini eru sambærlig við tøl hjá øðrum fyritøkum.
Tordis Poulsen, leiðari fyri burðardygd á Bakkafrost, fegnast um viðurkenningina.
- Dygdargóð rapportering er ein grundleggjandi fyritreyt, um vit skulu flyta okkum fram á leið innan burðardygd. Vit kunnu ikki handfara tað, sum vit ikki kunnu máta. Okkum tørvar góð dátur at vísa, hvussu langt vit eru ávegis at náa okkara málum innan burðardygd, og tað er av stórum týdningi, at allar fyritøkur arbeiða eftir sama leisti, so at vit tryggja fult gjøgnumskygni í rapporteringini. Vit fegnast tí um hesa viðurkenning av okkara áhaldandi arbeiði at menna eina álítandi og gjøgnumskygda burðardygdsrapportering, sigur Tordis Poulsen í viðmerking.
Bakkafrost arbeiðir eftir eini burðardyggari vakstrarætlan, og sum liður í at skilja útlátið av vakstrarhúsgassum frá framleiðsluvøkstri hava vit millum annað gjørt íløgur í ein hybrid brunnbát, menning av eini elriknari tvíkilju umframt útbyggingar av smoltstøðum í Føroyum og í Skotlandi við vatnendurnýtslu (RAS).
Vit hava fyri kortum almannakunngjørt ein samandrátt av okkara burðardygdsrapport, ið kann lesast her.
Position Green ESG100-frágreiðingin kann takast niður her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo