Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, váttar fyri KVF, at hol kom á tveir aliringar í illveðrinum, sum var í februar-mars. Hann avsannar tó, at allur fiskurin slapp.
Regin Jacobsen vil ikki gera samrøðu við útvarpið um hendingina, men sigur í stuttari viðmerking, at Bakkafrost beinanvegin boðaði røttu myndugleikunum - í hesum føri Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Umhvørvisstovuni - frá, at illgruni var um, at laksur var sloppin úr aliringum á Hovsfirði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo