Økismenning í Skotlandi letur upp fyri møguleikanum hjá Scottish Salmon Company at fáa stuðul uppá 5 milliónir pund, umleið 43 milliónir krónur, til útbygging av smoltstøð.
Verkætlanin fer at skapa umleið 30 nýggj arbeiðspláss, vísir Bakkafrost á.
Eitt endamál við útbyggingini er at fáa smoltini størri áðren tey verða sett út. Tey skulu vera 500 gram heldur enn 100 gram sum í dag.
Meira kann lesast í ross-shire journal og The Fish Site.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo