Partabrævið hjá føroyska alirisanum Bakkafrost er fallið nærum 11% í morgun. Tað hendir eftir, at Bakkafrost í gjár boðaði frá, at trupulleikarnir av felli í skotska partinum av fyritøkuni eru størri enn áður fráboðað.
les eisini: Fellið hjá Bakkafrost í Skotlandi enn verri enn higartil hildið
Tað hoyrir kortini við til søguna, at dagurin í dag er 'reyður' á flestu marknaðunum, og tað er eisini galdandi fyri Oslo Børs, har Bakkafrost er skrásett. Serliga vísitalið fyri sjómat fellur nógv í dag.
DNB Markets broytir sítt kursmál frá 700 til 630 norskar krónur. Kursurin er í skrivandi løtu 535 NOK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo