Bæði kvinnur og menn hjá H71 vunnu Faxe kondi kappingina í dag.
Dysturin hjá kvinnum var ímóti Kyndli, har vóru hoyvíkskvinnur alla tíðina omaná og vunnu ein dyst, sum ikki var eins spennandi og tann hjá monnunum. Dysturin endaði 31-27 til H71, sum annars tapti finaluna ímóti sama liði í fjør.
Dysturin hjá monnum var ímillum H71 og KÍF, har var rættuliga javnt, serliga ímóti endanum, men tá avtornaði drógu hoyvíkingar longra stráðið. Dysturin endaði 25-23.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo