Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fleiri toppdemokratar siga við netstaðið Axios at teir halda Joe Biden forseti tekur seg burturúr valstríðnum longu umvikuskiftið.

Tað skrivar norska TV2.

Fyrrverandi forsetin, Barack Obama, hevur, sambært blaðnum Washington Post, sagt við fleiri av sínum floksfeløgum, at Joe Biden av álvara skal meta um hann er skikkaður til eitt fosetavalstríð.

Sambært keldum hjá blaðnum heldur Obama, at møguleikarnir hjá Biden at vinna valið eru munandi minkaðir.

Washington Post hevur roynt at fingið samband við Obama, men ein talsmaður hjá fyrrverandi forsetanum vildi ikki gera viðmerkingar til málið.

Samstundis frættist frá fleiri og fleiri, at leiðandi demokratar royna at fáa amerikanska forsetan, Joe Biden, at taka seg úr forsetavalstríðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo