Lionel Messi skeyt sítt mál nummar 789 í sínum dysti nummar 1.000 í kvøld.
Og Julián Álvarez vísti, hví tað var rætt av Lionel Scaloni at byrja við honum og vraka Lautaro Martinez.
Matthew Ryan kom í óføri tíðliga í seinna hálvleiki, og Álvarez var ísakaldur og revsaði avstralska málverjan fyri mistakið.
Avstralia minkaði um munin til 2-1 í 77. minutti, og eftir hetta vóru møguleikar til bæði liðini.
Lautaro Martinez brendi tveir risamøguleikar, Matthew Ryan gjørdi tvær fínar bjargingar, og í hinum endanum mundi Aziz Behich gjørt ein "Maradona", men Lisandro Martinez úr Manchester United fekk vart fyri við eini góðari takling í evstu løtu.
Í yvirtíðini var aftur vandi á ferð í argentinska brotssteiginum, tá Garang Koul gjørdist leysur, men Emiliano Martinez stjórbjargaði í argentinska málinum.
Argentina vann dystin 2-1 og er harvið komið víðari til fjórðingsfinalurnar. Mótstøðuliðið næsta fríggjadag er Holland, sum fyrr í dag vann 3-1 móti USA.
Argentina-Avstralia 2-1 (1-0)
1-0: Lionel Messi, 35
2-0: Julián Álvarez, 57
2-1: Enzo Fernández (sjálvmál), 77
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo