Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ikki tí teir eru ókendir, við yvr 300 mió stroymingum, 50 mió spælingum á Youtube og útseldum konsertum í London, New York, Barcelona, Chicago, Washington D.C, Denver, Boston, L.A og luttøku á nøkrum av størstu festivalunum í Evropa, so eru vit á G! errin av, at avstralski superbólkurin vildi sleppa at spæla á G!

2 milliónir lurta hvønn mána eftir bólkinum á Spotify, og fjepparaskarðin veksur alsamt um allan heimin. 

Fyrsta útgávan Palomar Parade er longu tráspæld á stroymingtænastunum. Bólkurin brúkar 2023 til eina heimsumfevnandi konsertferð, og tað var í hesum sambandi, at teir settu seg í samband við okkum, fyri at sleppa á pall á G!. 

Alphaville sungu á sinni, um at vera "Big in Japan" Sons of the East eru bæði stórir í Avstralia, Onglandi og USA. Vit á G! eru nú klár til at gera teir stórar í Føroyum. 

Hetta er enn eitt stórt útlendskt navn, ið kemur á G! Frammanundan er greitt, at donsku Jada, When Saints Go Machine, Lucky Lo og Brimheim, algirski Soolking, norsku Beharie, Honningbarna og Sturle Dagsland, íslendsku Bríet, Axel Flóvent og Árstíðir, finsku Annti Paalanen og Irene spæla á ársins festivali. Eisini eru hópin føroysk nøvn kunngjørd, Eivør, Marius Ziska, Byrta, 200, Annika Hoydal, RSP, Høgni, Jazzygold, Marius DC og Benjamin Rajani. 

Prísurin á atgongumerkjum fer upp 15. mai á miðnátt, so skunda tær, um tú ætlar at spara 300 kr. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo