Lítla føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum, sum hevur ligið tungt í sjónum, njótar gott av høga oljuprísinum, og nú úrslitið fyri fyrra hálvár í ár varð kunngjørt í gjarkvøldið er greitt, at 7,7 mió kr liggja eftir í vinningi.
Teimum tíðindunum tóku íleggjararnir væl ímóti í morgun og sendu partabrævið upp góð 11%, men hetta er nú nakað minkað aftur.
Høvuðsaktivið hjá Atlantic Petroleum er ein ognarlutur í Orlandofeltinum, sum hevur ligið stilt í eina tíð, men nú er farið at framleiða olju aftur.
Eginognin hjá Atlantic Petroleum er negativ við áleið 90 mió kr og skuldin er áleið 60 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo