Spennandi og avbjóðandi morgun fyri ein við skerdum førleika og krykkum - mín arbeiðsstaður er Løgtingið og eg parkeri í Klubbagarðinum, allur garðurin var fyltur við gleri henda morgun.
Eg hugsaði hetta skal eg nokk klára, men tá eg hevði parkerað og koyrt hondbremsuna upp, so gleið bilurin einar 10-20 cm.
So út úr bilinum við krykkuni í vinstru hond, og helt í bilinum, sum nú stóð stillur við høgru hond, beinini glíða, men fekk fatur í Klubbagarðinum, og fór ikki í spagat - eg havi áður havt fatur í Klubbagarðinum hugsaði eg, men tá var eg 15 ár og komin úr dansi.
Eg hugsaði, hvussu komi eg víðari, so eg fór ímillum endan av Klubbagarðinum og ein jarnpela, sum stendur beint við garðin, har vóru fólk, sum hjálptu til.
Tá eg slapp úr glerinum á koyribanan, so var sloppið.
Atkomumøguleikar hjá mær eru eisini, at vegir og fortov verða saltað, takk til kommununa fyri salting.
Aftaná at hava sæð fólk og ungdóm í dag stríðast við at standa á beininum runt Havnina, so havi eg eina áheitan á okkara kommunu, gott í tykkum takk fyri salting, men gloym ikki síðuvegir og fortov eisini.
Ein góður og læruríkur dagur.
Kenni ein niðri í Danmark, sum hevur ábyrgdina av salting í einum meðalstórum býi.
Um tíðindi um kvøldið siga frost, so skulu vegir og fortov verða saltaði frá kl. 4 á morgni.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo