FSF: Eftir ætlan skuldu fýra dystir í 12. umfari í Betri Deildini hjá monnum verði spældir í dag, umframt at fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum eisini var á skránni.
Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at vegna koronastøðuna, sum nú er íkomin, er allur fótbóltur fyribils avlýstur.
Hvussu leingi steðgurin verður, er støða ikki tikin til enn.
Eftir ætlan skuldi tíðindafundur verða í FSF-húsinum í morgin, har A-landsliðið við monnum til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein skuldi kunngerast. Væntandi verða landsdystirnir spældir sum ætlað, men tíðindafundurin er avlýstur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo