FSF: – Ja, tað hevur gingið væl hjá okkum, og vit eru enn við í kappingini um fremstu plássini. Men nakað av arbeiði er tó framvegis eftir, um vit skulu røkka málinum, sum er at vinna FM. At tað so eisini hevur gingist mær væl persónliga, er bara stuttligt, og eg eri órtúliga glaður fyri hendan heiður.
Tað sigur Áki Samuelsen úr HB, sum mánakvøldið, áðrenn dystin móti Skála, varð kunngjørdur sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í juni og juli mánað.
At kappingarárið higartil hevur hilnast væl hjá unga 10’arinum hjá teimum reyð-svørtu í Gundadali sæst eisini aftur á máltindinum, har Áki Samuelsen í løtuni er á øðrum plássi við 12 málum, trý færri enn málslúkurin hjá KÍ og klaksvíkingum, Páll Klettskarð.
Tað eru landsliðsvenjarar, viðmerkjarar og fjølmiðlar, ið velja besta spælara hvønn mánað. Og tá atkvøðurnar fyri besta spælara í juni og juli mánað vórðu taldar saman, var Áki Samuelsen greitt á odda.
Fyri heiðurin fekk Áki eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri.
Tað var pápi Áka, Eyðun Samuelsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.
Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Bárður á Reynatrøð og Olaf Bárðarson úr Víkingi, og Petur Knudsen úr NSÍ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo