Nógv spennandi er á skránni Í Sandagerði í dag.
• Gakk á línu – Megnar tú at ganga yvir um ánna uttan at detta niður í vatnið?
• Flogbóltur á sandinum – Finnið saman tvey og tvey og dystist á sandinum!
• Ginn Joga - Gløsini verða fylt og mátturnar rullaðar út í Sandagerði.
• Stand Up Paddle - Leiga SUP bretti í Sandagerði og stuttleika tær á sjónum.
Umframt alt hetta ber til at dyppa í sjónum, stuttleika sær við spølum ella bara at njóta løtuna undir litríku sólskjólunum á sandinum afturvið góðum tónum úr hátalarunum.
Tiltakið er frá kl. 14 til 18
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo