Sama dag sum Joe Biden boðaði frá at hann tekur seg aftur sum forsetavalevni hjá demokratunum hevði demokratiski innsavningarplattformurin ActBlue savnað inn 30 milliónir dollarar í fáar tímar, skrivar CNN.
Og 46,7 milliónir dollarar vóru savnaðar inn fram til klokkan 21 sunnudagin Washington-tíð, sambært ActBlue, skrivar VG.
Til samanberingar vórðu savnaðar inn 2,7 milliónir dollarar dagin fyri, skrivar Politico.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo